Hervør Jákupsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hervør Jákupsson er fødd við Gjógv 14. desember 1944. Aftan á loknan barnaskúla fór hon á studentaskúla í Hoydølum, har hon tók prógv í 1965. Veturin 1965-1966 var hon á Askov háskúla, arbeiddi so fyrifallandi arbeiði, til hon fór á læraraskúla í Hjørring, har hon tók prógv í 1971. Fyrsta árið starvaðist hon í Danmark, flutti so heim til Føroya og fekk starv við Tórshavnar kommunuskúla 1972, frá 1976 hevur hon arbeitt við Hoyvíkar skúla.

Hon hevur evnað til skrivitilfar til tríggjar teir fyrstu flokkar fólkaskúlans - "Sóljan", 1978, "Smæran", 1978. "Summardáin", 1972 og "Blákollan", 1976.