Heidi Hauge

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heidi Hauge (fødd 14. oktober 1967), sum er úr norska býnum Skien í Telemark, er ein av best umtóktu sangarum í Norra, og eisini her á landi hevur hon mangar fjepparar. Sjálv sigur hon, at hon ongantíð hevur kent seg væl sum sangari, og hon hevur eisini verið rødd fyri at framføra.

Tað var í 2000, at hon veruliga gjørdist kend, tá fyrsta útgáva hennara kom á marknaðin. Síðan eru komnar 9 egnar útgávur íalt. Umframt hetta hevur hon verið við á eini røð av útgávum hjá øðrum. Klandur í bransjuni, fíggjarligir trupulleikar og hjúnarskilnaður hava gjørt seinastu árini tung at koma ígjøgnum. Í 2006 fór hon persónliga á húsagang.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]