Heðin Zachariasen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Heðin Zachariasen (føddur 13. september 1959 í Hvalvík) er politikari fyri Fólkaflokkin.

Hann var kommunustýrislimur og varaborgarstjóri í Hvalvíkar kommunu 1992–1996 og borgarstjóri har 1997–2004. Tann 1. januar 2005 legði Halvíkar kommuna seg saman við øðrum kommunum í Sunda kommunu, og var Heðin Zachariasen borgarstjóri har 2005-2008. Á kommunustýrisvalinum 2008 stillaði hann ikki uppaftur, men til kommunustýrisvalið í 2012 stillaði hann uppaftur og er aftur borgarstjóri frá 2013.

Heðin Zachariasen var valdur á Løgting 2002-2008 (tó ikki tíðarskeið sum landsstýrismaður), og var hann eykamaður fyri Jørgen Niclasen 2008–2011. Hann var landsstýrismaður í innlendismálum 2007-2008.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]