Havnarbáturin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Havnarbáturin í 2012.
Sermerkta drekahøvdi, sum prýðir stevni á Havnarbátinum og øðrum bátum hjá Havnar Róðrarfelag.

Havnarbáturin er eitt tíggjumannafar hjá Havnar Róðrarfelag. Báturin er hvítur og hevur bláar listar. Eins og allir hinir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag, so hevur hann tað eyðkenda drekastevni.

Havnarbáturin er vorðin Føroyameistari 13 ferðir, tað er met hjá 10-mannaførum.[1] FM heitini vann hann hesi árini: 1973, 1974, 1975, 1976, 1977, 1978, 1979, 1990, 1991, 1996, 2001, 2004, 2008[2]






'

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Drekin.fo, Mest vinnandi bátar (1973-)". http://drekin.fo/default.asp?page=results&Mode=mostwinningboatsfm. Heintað 2012-07-05. 
  2. "Drekin.fo, Havnarbáturin". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=53. Heintað 2012-07-05. 

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]