Harry Potter og Arvalutir Deyðans 1 partur (filmur)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
405px-HP7part1poster.jpg
Land Flag of the United States USA
Flag of the United Kingdom Bretland
Mál Enskt
Sjangra Ævintýr
Familja
Leikstjórn David Yates
Framleiðari David Heyman
David Barron
J.K. Rowling
Leikrit J.K. Rowling
Tónleikur Alexandre Desplat
John Williams
Fíggjarætlan $ 927,305,868
Spælitíð 146 minuttir
Aldursmark 15 ár (í Danmark)
Útgávudato 18. november 2010
Almenn heimasíða Warnerbros

Harry Potter og Arvalutir Deyðans 1. partur (enskt upprunaheiti: Harry Potter and the Deathly Hallows: Part 1) er gjørdur út frá sjeyndu bókini um Harry Potter, sum eitur Harry Potter og Arvalutir Deyðans eftir J.K. Rowling. Bókin er filmatiserað í tveimum partum, tí bókin er so long. Hetta er so fyrsti parturin. Filmurin snýr seg um Harry Potter og vinfólk hansara, Ron og Hermione, sum fara at leita eftir horcruxunum hjá Voldemort. Um tey ikki finna horcruxarnar og oyðileggja teir, so er tað eingin møguleiki, at tey kunnu beina burtur fyri Voldemort.

Hesin filmurin er ikki so líka sum hinir, og tað kemur kanska av, at hetta er fyrstu ferð, at Harry ikki fer á Hogwarts.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Vit byrja nærum við einum brakið, har nýggi Gandamálaráðharrin, Davy Jones (Bill Nighy) sigur okkum hvussu myrkar tíðirnar hjá gandaheiminum eru vorðnar nú Voldemort aftur er uppá spæl. Harry skal flytast frá gamla heimi sínum til húsini hjá Ron, og sjálvt um vit síggja 7 persónar umgerast til hvør sína útgávu av Harry megnar Voldemort at finan fram á tann rætta, men gamli trupulleikin frá "Harry Potter og Eldbikarið" er enn har. Gandastavirnir hjá Harry og Voldemort eru eins, og tí kunnu teir ikki brúkast móti hvørjum øðrum. So meðan Voldemort fer á skattajakt eftir einum nýggjum stavi, fer Harry at leita eftir Horcruxes, sum eru lutir, ið innihalda ein part av sálini hjá Voldemort.

Voldemort hevur fingið nógv vald í gandaheiminum, og alsamt fleiri fólk doyggja, helst tey mugglaraføddu eru fyri ágangi. Tað er ringt hjá Harry, Ron og Hermione at stóla upp á fólk, tí tað er ringt at siga, hvør er farin í part við Voldemort. Tey trý vinfólkini flýggja alla tíðina, og eingin teirra veit rættiliga, hvar leitanin eftir horcruxunum skal byrja.

Leikarar[rætta | rætta wikitekst]

  • Daniel Radcliffe (Harry Potter)
  • Rupert Grint (Ron Weasley)
  • Emma Watson (Hermione Granger)
  • Helena Bonham Carter (Bellatrix Lestrange)
  • Robbie Coltrane (Rubeus Hagrid)
  • Ralph Fiennes (Voldemort)
  • Michael Gambon (Albus Dumbledore)
  • Brendan Gleeson (Alastor Moody)
  • Richard Griffiths (Vernon Dursley)
  • John Hurt (Ollivander)
  • Rhys Ifans (Xenophilius Lovegood)
  • Jason Isaacs (Lucius Malfoy)
  • Bill Nighy (Rufus Scrimgeour)
  • Alan Rickman (Severus Snape)
  • Fiona Shaw (Petunia Dursley)
  • Staunton (Dolores Umbridge)
  • David Thewlis (Remus Lupin)