Harkaliðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Harkaliðið var ein føroyskur fólkatónleikabólkur. Bólkurin hevur m.a. endurnýggjað føroysk kvæðir og harvið gjørt tey meira kend millum fólk sum annars ikki hava havt áhuga í kvæðunum. Í fyrstuni vóru limirnir í bólkinum hesir: Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, umframt Jaspur Petersen (bert á fyrstu útgávuni).

Spældu á saltsilokonsertini á Drelnesi í mai 2010[rætta | rætta wikitekst]

Harkaliðið spældi á stuðulskonsertini, sum var í Saltsiloini á Drelnesi 15. mai 2010. Tey vóru sera væl móttikin, fólk sungu við til kendu sangirnar. Tey sum vóru við í Harkaliðnum á Saltsilokonsertini vóru: Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1969 Úr kabarettini EP.
  • 1970 Úr kabarettini EP.
  • 1971 Í dans/eitt kvøldið so síðla S.
  • 1971 Harkaliðið LP/MC 1990/CD 2001.
  • 1973 Vind op, vind op i rå/Herr Sinklar S.
  • 1989 For Sale CD/MC.
  • 1990 Mjólkavegurin MC.
  • 1991 Nýtt og grovt gamalt MC/CD 2004 + 1 skering.

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]