Hans von Aachen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Hans von Aachen.

Hans von Aachen (1552, Køln - 4. mars 1615, Prag) var týskur manneristiskur málari. Navn hansara stavar frá føðistað faðirs hansara, Aachen í Týsklandi. Aðrar variatiónir eru, millum annað, Johann von - og - von Aachen, og onnur stavilsi, so sum Janachen, Fanachen, Abak, Jean Dac, Aquano, van Aken o.s.fr.

Hans von Aachen byrjaði at mála í Týsklandi, sum næmingur hjá flamska meistaranum E. Jerrigh. Í 1574 flutti hann til Italia, fyri at lesa víðari. Hann ferðaist til Róm og Firenze, men stegaði í Venesia. Hann gjørdist fyrst næmingur hjá Kaspar Rems, men gjørdi skjótt av, at útvikla sín egna manneristiska arbeiðshátt, við at hyggja at fylgjusveinum hjá Tintoretto og Michelangelo. Gjøgnum alla lívstíð sína, fekk hann tó íblástur frá stílunum hjá Bartholomeus Spranger og Hendrick Goltzius, ið høvdu størstu ávirkan á týska listarmentan í hesi tíð.

Hann kom aftur til Týsklands í 1588, har hann gjørdist kendur sum málari av andlitsmyndum av hábornum húskum. Hann málaði fleiri verk fyri Wilhelm V, hertoga av Bayern. Hann giftist Reginum, dóttir tónasmiðin Orlando di Lasso í München. Í München fekk hann samband við keisarhovið í Prag. Í 1592 var hann útnevndur málari fyri Heilaga rómverska keisaran, Rudolf II . Hóast hetta flutti hann ikki til Prag fyrr enn í 1601, har hann helt framm við at mála fyri keisaran, ið eisini útnevndi hann til riddara í 1605. Hans helt framm við at arbeiða undir næsta keisaranum, Matthias I.

Millum næmingar Hans von Aachens vóru Peter Isaac og Joseph Heinz. Verk hansara eru vorðin endurgivin av Wolfgang Kilian, Dominicus Custos, og Jan Sadeler.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið