Hans Jacob Jacobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 13. okt 2010 kl. 14:38 av MystBot (kjak | íkøst) (bottur leggur aftrat: fr:Heðin Brú)
Mynd:Heðin Brú.jpg
Heðin Brú

Hans Jacob Jacobsen (skaldanavn Heðin Brú) er føddur í Skálavík 17. august 1901. Andaðist 18. mai 1987. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyska bókmentasøgu og er rithøvundurin aftanfyri m.a. skemtiligu skaldsøguna Feðgar á ferð. Eisini hevur hann skrivað ymiskar stuttsøgur.

Hans Jacob Jacobsen var á Føroya Fólkaháskúla veturin 1919 - 1920, og haðani fór hann til Danmarkar á landbúnaðarskúla. Síðani arbeiddi hann nøkur ár á ymsum gørðum, og í 1925 fór hann á Landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv sum búnaðarfrøðingur í 1928. Eftir at hann var komin aftur til Føroya, arbeiddi hann innan landbúnaðin, og í 1942 varð hann settur sum búnaðarráðgevi. Skrivingin, sum var byrjað í lestrarárunum í Danmark, var ítriv, hann hevði við síðuna av dagliga yrki sínum. Umframt skaldsøgur og stuttsøgusøvn týddi hann ein hóp av bókmentum til føroyskt.

Virðislønir:


Egin verk:

  • Lognbrá, skaldsøga, 1930
  • Fastatøkur, Skaldsøga, 1935 (framhald av Lognbrá)
  • Fjallaskuggin, stuttsøgusavn, 1936
  • Feðgar á ferð, skaldsøga, 1940
  • Flókatrøll, stuttsøgusavn, 1948
  • Leikum fagurt, skaldsøga, 1963
  • Purkhús, stuttsøgusavn,1966
  • Men lívið lær, skaldsøga, 1970
  • Búravnurin, stuttsøgusavn, 1971
  • Tað stóra takið, skaldsøga, 1972
  • Endurminningar, 1980

Týðingar

Keldur

Árni Dahl: Bókmentasøga II - 1876 - 1939, Fannir 1981

Slóðir úteftir

Minnismerkið í Skálavík