Hans Jacob Debes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hans Jacob Debes (17. juli 1940 - 26. januar 2003) var føroyskur rithøvundur, politikari og lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Lívsleiðin[rætta | rætta wikitekst]

Hann vaks upp og gekk í skúla við Gjógv. Árini 1955-1957 fór hann til skips við føroyskari slupp og íslendskum trolara. Og hann tók preliminerprógv í Havn í 1959 og í 1962 nýmálsligt studentsprógv.

Í 1970 tók hann embætisprógv sum cand. mag. á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í søgu og enskum. Hann var síðani lærari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, til hann í 1986 fór í starv sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya. Í 1986 gjørdist hann dr. phil. frá Háskóla Íslands við ritgerðini "Nú er tann stundin ...". Í 1989 varð hann tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya.

Hans Jacob Debes sat í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1973-1990, í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum 1988-1992, í Føroya skúlastjórn 1975-1978, Landsskúlaráðnum 1988-1992 og var formaður í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin 1975-1979 og 1989-1991. Eisini var hann tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin frá 1986 til 1988.

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • 1969 - Tjóðskaparrørslan og Føringafelagsstíðin. Formæli. Føringatíðindi.
  • 1984 - Nú er tann stundin. Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906. Við søguligum baksýni. (Doktararitgerð).
  • 1985 - Leitan eftir rótunum. Inngangur til Niels Winther: Færøernes Oldtidshistorie.
  • 1987 - Nationale og etniske minoriteter i Norden i 1800- og 1900-tallet. Færøerne. Rapporter til den XX Nordiske Historikerkongres. Reykjavík 1987. Ritstj. Gunnar Karlsson.
  • 1990 - Føroya søga 1. Norðurlond og Føroyar, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn.
  • 1990 - De døde i livet - de levende døde. Søkelys på biografi- og memoarlitteratur. Seminar í Norðurlandahúsinum 1989.
  • 1990 - Uden etikken befinder vi os let på den forkerte side. Etikk i politikk og journalistikk. Seminar í Norðurlandahúsinum 1990.
  • 1991 - Færøerne: Identitetserkendelse og nationalisme i en rigspolitisk periferi. Nordatlantiske foredrag. Seminar í Norðurlandahúsinum 1989.
  • 1991 - Trygging í Føroyum. Tryggingarsambandið Føroyar 50 ár. (Ritstj.)
  • 1991 - Jóannes Patursson. Ein byrjan til eina politiska ævisøgu.
  • 1993 - Politiska søga Føroya 1814-1906.
  • 1993 - Ein kvistur spretti... Keldur til politisku søgu Føroya 1800-1906.
  • 1993 - Tjóðskaparrørsla. Sum granskingarevni. Føroyar sum dømi. Fróðskaparrit 1992.
  • 1993 - Føroyar á bretskum valdaøki fram til fyrra heimskríggj. Frændafundur. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu 1992. Reykjavík.
  • 1993 - Problems Concerning the Earliest Settlement in the Faroe Islands. The Viking Age in Caithness, Orkney and the North Atlantic. Ed. Colleen Batey, Judith Jesch and Christoffer Morris. Edinburgh. s. 454-464.
  • 1993 - The Faroe Islands. Medieval Scandinavia. An Encyclopedia. Ed. Phillip Pulsiano. New York & London. s. 184-186.
  • 1993 - Historia - en översikt. Hasse Schröder: Färöarna - mer än fåglar. Uppsala.
  • 1994 - Omkring formationen af en nation. Færøerne som unikt og komparabelt eksempel. Fróðskaparrit.
  • 1994 - Ísland - land og ríki. Politiska søga Íslands.
  • 1994 - Ideer og identitet. Færøerne og europæiske tidsbevægelser. Nordisk Historikerkongres. Oslo. Kongresrapport.
  • 1994 - Sjórænarar og turkar.
  • 1995 - Føroya søga 2. Skattland og len. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn.
  • 1995 - Nólsoyar-Páll. Maðurin og samtíð hansara. Sosialurin.
  • 1995 - Konsul í Føroyum. Umseting og kommentering av Henry Montagu Villiers: Charms of the Consular Career.
  • 1995 - On the Formation of a Nation: The Faroe Islands. Ethnicity and Nation Building in the Nordic World. Ed. Sven Tägil. London. s. 63-84.
  • 1995 - Færøerne og Norge. En tusindårig forbindelses begyndelse, forløb og afslutning. Norsk Historisk Tidsskrift nr. 1.
  • 1995 - Nólsoyar-Páll - der Mann und seine Zeit. Tjaldur. Mitteilungsblatt des Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel. nr. 14, s. 14-20 og nr. 15, s. 6-16.
  • 1995 - Die Krise der Unselbständigkeit im Nordatlantik. Tjaldur. Mitteilungsblatt des Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel. nr. 14, s. 7-13.
  • 2000 - Føroya søga 3. Frá kongligum einahandli til embætisveldi. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn.
  • 2000 - Hin lærdi skúlin í Havn, Sprotin.
  • 2000 - Bretskur konsul í Føroyum, Sprotin.
  • 2001 - Færingernes land - Historien om den færøeske nutids oprindelse, Multivers.

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]