Hans Jákupsson Debes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Hans Jákupsson Debes (1723-1769) var løgmaður í Føroyum 1755-1769. Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya í 1755. Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: "Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne" (1763) og "Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe" (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, "En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav", yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong. Sjálvur doyði Debes í 1769.