Hans Fróði Hansen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hans Fróði Hansen (føddur 24. august 1975) gjørdist fyrst kendur sum fótbóltsspælari, har hann spældi 26 dystir á landsliðnum 1998-2003. Í 2012 avgjørdi Hans Fróði at royna seg í føroyskum fótbólti enn einaferð, hesaferð sum leikandi hjálparvenjari fyri TB. Ætlanin er at hann skal spæla við besta liðnum, sum flutti upp í Meistaradeildina eftir leiklok í 2011.[1]
Seinni hevur hann nomið sær kunnleika innan móta og stíl og var eitt skifti vakurleikafrøðingur í USA undir navninum Mr. KayKay. Tað var eisini við navninum KayKay at Hans Fróði í 2006 útgav bók á enskum um vakurleikarøkt.
Útgávur [rætta]
- Image & Fashion Secrets for Every Woman (2006)