Hanna Hedlund

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hanna Hedlund

Hanna Kristina Hedlund (fødd 24. januar 1975 í Kilafors) er ein svensk songkvinna. Hon luttók í tí svenska Melodifestivalen í 2000 við sanginum Anropar försvunnen, sum endaði á einum 8. plássi.Tvey ár seinni, í 2002, luttók hon saman við systir síni, Lina, við sanginum Big Time Party, tær komu í finaluna og endaðu á einum 9. plássi.

Í 2007 var hon dómari í undirhaldssendingini Talang 2007 í svenska TV4, saman við Tobbe Blom og Bert Karlsson. Hon var við í 6 sesongum av Mimmi och Mojje.

Í 2008 var hon programmleiðari fyri Singing Bee í TV3 og innspældi sína fyrstu fløgu. Í 2008/2009 luttók hon í aðru sesong av Körslaget hjá TV4 við Team Bollnäs, og tey vunnu.

Hedlund luttók í Melodifestivalen 2013 sum partur av tí nýstovnaða tónleikabólkinum Swedish House Wives saman við Jenny Silver og Pernilla Wahlgren. Í øðrum parti av kappingini endaðu tær á 6. plássi við sanginum On Top of the World.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 2000 – Anropar försvunnen
  • 2002 – Big time party
  • 2008 – Det är jag som är mamman
  • 2013 – On Top of the World
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið