Halvarðsøka

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Halvarðsøka er 15. mai. Halvarðsøka er til minnis um norska halgimennið Hallvarð, føddur uml. 1020, ið varð dripin henda dag í 1043 við Drammenfjørðin, tá hann royndi at hjálpa eini kvinnu, ið varð løgd undir stuldur. Hesin Hallvarð var stórbóndasonur, og mamman var systkinabarn Ólav Halga. Hallvarð gjørdist verndarhalgimenni fyri Oslo, og kirkja varð bygd honum til minnis í Oslo, St. Hallvardskirkjan, har hann var skrínlagdur, tá kirkjan var vígd i 1130.

Sagt verður, at ternan kemur á halvarðsøku.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]