H.C.W. Tórgarð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hans C. W. Tórgarð

Hans Christoffer Wenningsted Tórgarð (føddur 14. august 1885 í Tórshavn, deyður 18. mars 1957), ella H.C.W. Tórgarð, var arkitektur og politikari (SB). Teknaði Sjónleikarhúsið.[1] Hann teknaði kirkjurnar í Árnafirði, Hvannasund, Skála, Elduvík, Tjørnuvík og Skúvoy. Hann var eisini aktivur at byggja kirkjuna í Sandavági.

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Foreldur hansara vóru Anna Paulina (fødd Poulsen) og Jens Wenningsted Jacobsen, bæði úr Havn. Hann giftist Valborg Eide úr Nólsoy. Tey eru foreldur Axel Tórgarð, sum var prestur og týðari. Trý av abbabørnunum hjá Hansemann eru sjónleikarar eins og abbin, tey eru Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Hans Tórgarð.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Søgu: Havnar Sjónleikarfelag". http://www.hsjonleik.fo/histori.htm. Heintað 2008-04-12. 
  2. Formenn í Havnar Sjónleikarfelag[deyð leinkja]