Høvdastaður
| Flagg | Kort |
|---|---|
| Grunddáta | |
| Land: | |
| Vídd: | 2.499 km² |
| Íbúgvar (2001): | 2 893 251 |
| fyri km²: | 1.158/km² |
| Heimasíða: | www.capetown.gov.za |
Høvdastaður, eisini nevndur Cape Town, er høvuðsstaður Suðurafrikas. Høvdastaður á Høvdanesi er undir stórsligna Taffelfjallinum. Á Høvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum.
[rætta] Søga
Í 1652 sendi Niðurlendska Eysturindiafelagið 80 niðursetumenn við Jan van Riebeeck á odda at leggja grundarlag undir eina handilsstøð á syðsta útnesi í Suðurafrika. Støðin skuldi verða útgerðarhavn hjá skipum, sum sigldu úr Evropa til Ásia og heimaftur. Býurin var tætt við Góðvónarhøvda, og varð nevndur Cape Town. Tað var trupult hjá niðursetumonnunum í fyrstuni, men í 1680-árunum komu hugenottar, sum vórðu flýddir undan átrúnaðarjagstran í Fraklandi og búsettu seg har. Tá gjørdist teir fjølmentari og betur gekk í hond. Frá byrjan var kaldligt ímillum evropear og afrikanar. Niðursetumenninir settu afrikanarar at arbeiða fyri seg og fóru at keypa trælir úr Guinea, Madagaskar og Angola. Í 1690-árunum løgdu um 200 skip at í havnini í Cape Town um árið.
[rætta] Hygg eisini at