Héctor Camacho

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Héctor Camacho.

Héctor Camacho Matías (føddur 24. mai 1962 í Bayamón, Puerto Riko; deyður 24. november 2012 í San Juan, Puerto Riko) var heimsmeistari í nevaleiki í trimum vektflokkum í 1980-árunum. Sum professionellur vann hann 79 dystir og tapti seks. Fyrrverandi nevaleikarin Héctor Camacho Matías, sum var heimsmeistari í trimum vektflokkum, doyði 24. nov. 2012 á einum sjúkrahúsi í heimlandinum Puerto Riko av skaðanum, sum hann fekk, tá ókendir menn skutu hann í høvdið týskvøldið 20. nov 2012. Hann sat í bili sínum uttan fyri eitt vertshús í høvuðsstaðnum San Juan, tá ókendir menn skutu eftir honum og einum øðrum manni. Hin maðurin doyði beinanvegin, og Camacho varð fluttur á sjúkrahús. 23. nov. staðfestu læknarnir, at hann var heiladeyður, og 24. nov. 2012 doyði hann. Hann var 50 ára gamal, tá hann doyði.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið