Gunvá við Keldu

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gunvá við Keldu
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1966 í/á Klaksvík
Starv politikari, grafikari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Foreldur faðir Jógvan við Keldu
Dátuheiti
Commons Gunvá við Keldu

Gunvá við Keldu (fødd 1966) var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 1. januar 2009 til 31. desember 2012. Hon varð afturvald á býráðsvalinum í november 2012, men gjørdist ikki borgarstóri.

Gunvá við Keldu er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin grafonom og hevur í eitt áramál rikið sína egnu fyritøku. Áðrenn hon frá ársbyrjan 2009 tók við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, hevði hon í 8 ár arbeitt sum stjóri í sniðgevingsfyritøkuni Vasti. Gunvá er dóttir Jógvan við Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 1981-89 og 1993-2000.

Gunvá er býráðslimur fyri Fólkaflokkin. Hon varð fyrstu ferð vald inn í Klaksvíkar Býráð fyri valskeiðið 2004-2008, har hon sat sum forkvinna í mentanarnevndini.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]