Gullfossur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
9 km frá Geysir er ein fossur, sum eitur Gullfossur. Gullfossur er tann kendasti fossurin í Íslandi. Tað fossandi vatnið frá Gullfossi hongur í luftini sum sirm, og í sólskini sæst ein vakur ælabogi í fossinum. Gullfossur (tann gylti fossurin) er partur av tí vatnríku ánni Hvítá. Í tveimum støðum fossar vatnið frá 32 m hædd niður í eina 70 m djúpa og 2 ½ km langa gjógv.