Gudstænasta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Prestur fyri altarinum.

Gudstænasta er kristin samkoma ella felags gudsdyrkan sum fer fram eftir fastari skipan, vanl. við sálmasangi, bøn, prædiku o.s.fr. sum prestur stendur fyri. Til gudstænastuna koma fólk at hoyra Harrans orð verða boðað, at halda bøn og at syngja Gudi lovsong t.e. takkarsong. Eisini fer fram dópur og tann heilaga kvøldmáltíð (altargangur). Hvønn sunnudag og halgidag er gudstænasta í kirkjuni. Ofta lesur deknurin lestur, tí presturin hevur meira enn bara ein kirkju.