Grend

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grend
Grend

Ein grend er ein bygd við spjaddum býlingum, ið tó myndar eitt samanhangandi bygdarsamfelag, øvugt av eini tættbygd, har øll bygdin myndar ein stóran, samanhangandi býling.

Dømi um føroyskar bygdir ið koma undir lýsingina 'grendir', eru Viðareiði og Hvalba, har langt er ímillum býlingarnar.

Orðið 'grend' er avleidd av orðunum granni og grannalag - serliga Schrøter nýtir hetta orðið í síni týðing av Matteus evangeliinum frá 1823.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið