Grækarismessa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Grækarismessuhald í Vági í 2012

Grækarismessa er 12. mars. Á grækarismessu siga vit, at tjøldrini koma, hóast tey ofta kunnu vera at síggja væl fyrr. Á grækarismessu er nú vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi við tónleiki og røðum, har tjóðfuglur okkara, tjaldrið, og várið verða fagnað. Grækarismessudagur er almennur flaggdagur.