Gráhávur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Gráhávur
Galeorhinus galeus.jpg
Støða
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Chondrichthyes
Røð: Carcharhiniformes
Familja: Triakidae
Ætt: Galeorhinus
Slag: G. galeus

Gráhávur (í slættuhávaættin) (frøðiheiti - Galeorhinus galeus; da.: Gråhaj, en.: Tope shark ella School shark, fr.: Requin hâ – Milandre, ís.: Gráháfur, no.: Gråhai, tý.: Hundshai). Gráhávur verður upp í 2 metrar, men vanliga ikki størri enn 150 cm. Hann er uppsjóvar- og botnfiskur, úr vatnskorpuni niður á 50 metra dýpi. Gráhávur er myrkagráur á bakinum, ljósari um síðurnar og næstan hvítur undir búkinum. Hann kann eisini vera stálgráur ella brúnur-ljósabrúnur á bakinum.

Hann er mjáur og smidligur hávur við longum spískum høvdi, ið er umleið 20 % av heildarlongdini. Gráhávur hevur tvær ryggfjaðrar, báðar tríhyrntar. Tann fremra er væl størri enn aftara. Fremri endi hennara er uppi yvir innara horni á uggafjøðurini. Aftara ryggfjøðurin og gotfjøðurin eru eins stórar. Uggafjaðrarnar eru stórar og tríkantaðar. Gráhávur hevur fimm smá táknaop, og andahol aftan fyri eygað og tríkantaðar "hávatenn", sum eru eins í báðum kjaftum. Hann hevur eygnalok. Stórt skarð er inn í stertin, og sterturin er nakað upprendur. Lítið sæst til strikuna. Hann er smidliga vaksin, hevur gotfjøður og andahol og hevur ikki "kjøl" á síðunum á klingruni. Hjá føroyingum hevur hann ikki vinnuligan týdning.

Útbreiðsla - Undir Føroyum er hann skrásettur eina ferð. Hann er fingin suður av Munkagrunninum mitt í 1980-árunum. Er annars frá Tróndheimsleiðini og suðurlandinum í Íslandi til Asoroyggjarnar. Í Indiahavinum við Suðurafrika. Í Miðjarðarhavinum, vestarumegin í Suðuratlantshavinum og í Kyrrahavinum.