Gorfuglur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Gorfuglur, Geirfuglur
Riesenalk.JPG
Conservation status
Status none EX.svg
Extinct
Varðveitingarstøða
Útdeytt (uml. 1852)
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Charadriiformes
Ætt: Alcidae
Slekt: Pinguinus
Bonnaterre, 1791
Slag: P. impennis
Á leið fyrrverandi útbreiðsluøki hjá gorfugli, gulu blettirnir umboða klekingarøki.

Gorfuglur ella geirfuglur (latín Pingvinus impennis L [Alca impennis]) er nú útdeyður um alla verð. Í liti og eisini í nevinum líktist hann mest álku, men hann var nógv, nógv størri, tættvið so stórur sum gás. Men veingirnir vóru so lítlir, at hann kundi ikki flúgva, og tað varð honum at bana. Gorfuglur átti helst í Føroyum í fyrndini, men ikki tey seinastu árini; men hann var ofta við føroysku strendurnar um veturin og stundum um summarið. Hann átti í Íslandi, Grønlandi og Nýfundlandi. Gorfuglur var feitur og góður matur og tí var hann veiddur allastaðni har hann helt til, og við tíðini avoyddur.

Semja er ikki um, hvar hin seinasti varð dripin í Føroyum. Skúvoyingar siga, hann varð fingin millum annan hellufugl á Gævukletti, stutt vestan fyri Sigmundarrók í Skúvoy. Siður var at býta hann móti 3 lomvigum, hesa ferðina býttu teir hann móti 6, tí hann var so sjaldsamur. Kirkjubøkingar siga, at seinasti varð tikin á Boðbergstanga í Trøllhøvda, eina ferð teir vóru eftir hellufugli. Báðir geva upp somu tíð »um 1820«. Uppskrivað er, at ein varð fingin í Stóru Dímun 1. juli 1808. Alment verður sagt at teir seinastu vórðu fingnir á Eldey í Íslandi í 1844; men ein skal vera sæddur í Nýfundlandi í 1852 og kanska í Grønlandi so seint sum í 1870'unum.