Gergő Kis

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gergő Kis
Persónlig kunning
Fult navn Kis Gergő
Tjóðskapur  Ungarn
Fødd(ur) (1988-01-19) 19. januar 1988 (aldur 36)
Tapolca, Veszprém
Hædd 1,83 m (6 ft 0 in)
Vekt 72 kg (159 lb)
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Frísvimjing og blandað
Felag Rája 94 Úszóklub

Gergő Kis (føddur 19. januar 1988 í Tapolca) er ein ungarskur svimjari, sum hevur vunnið gull, silvur og bronsu heiðursmerki á altjóða svimjistevnum í frísvimjing á langteini og í blandaðari svimjing. Hann vann gull í 800 m frí á EM á langbana í 2008 og 2012. Í 2011 vann hann bronsu til HM á langbana í Shanghai í 800 og 1500 metrum frí. Tá hann vann bronsuheiðursmerki í 800 m frí skrivaði hann ungarska ítróttasøgu, við tað at hann gjørdist fyrsti ungarin, ið vann eitt HM heiðursmerki í frísvimjing. Føroyski Pál Joensen hevur fleiri ferðir svomið ímóti honum í finalum til EM og HM. Gergő Kis luttók á Summar OL 2004, 2008 og 2012, men vann ikki nakað heiðursmerki. Í 2012 gjørdist hann nummar 5 í 400 metrum frí, nummar 8 í 4 x 200 metrar frí og nummar 19 í 1500 m frí.