Gepardur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
|
|
||||||||||||||
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Gepardur í Suðurafrika.
|
||||||||||||||
|
|
||||||||||||||
| Frøðilig flokking | ||||||||||||||
|
||||||||||||||
|
|
||||||||||||||
| Acinonyx jubatus (Schreber, 1775) |
Gepardur (frøðiheiti - Acinonyx jubatus) er flekkut rándýr av kattarslag líkt tikara. Í heiminum í dag finnast minni enn 20.000 gepardar eftir, sum sostatt verður mett sum hótt djóraslag.
Gepardur er skjótast millum súgdjór. Stutt strekki rennur einki djór undan gepardinum, hann kann renna 100 km. um tíman. Men hann fær ikki sum hinir stórkøttirnir krept klørnar inn í labban, so tær eru altíð útspílaðar, tí fótar hann sær sera væl, tá ið hann rennur. Verður gepardur avdúkaður, meðan hann sníkir seg eftir fongi, gevst hann alt fyri eitt, er hann meiri enn 180 m. frá. Meiri enn onnur hvør veiðiroynd hansara miseydnast.