Georges Lemaître

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Monseigneur Georges Henri Joseph Édouard Lemaître, vanliga nevndur Georges Lemaître (føddur 17. juli 1894 – doyði 20. juni 1966), var ein belgiskur stjørnufrøðingur og katólskur prestur. Hann starvaðist sum professari innan alisfrøði á katólska fróðskaparsetrinum í Leuven. Georges Lemaître legði eisini fram sítt ástøði um tað, sum millum manna er kent sum "the Big Bang theory" ella á føroyskum Bresturin Mikli. Hetta er eitt vísindaligt ástøði um upprunan av alheiminum, og hann varð tann fyrsti akademikarin, sum kom fram við hesum ástøðinum.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið