Gøtudanskt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Gøtudanskt er málið sum føroyingar tosa, tá ið teir tosa danskt við eyðkendum føroyskum dámi. Tað sigst, at ein lærari úr Gøtu, hann livdi frá 1850 til 1930, tosaði eitt serligt litað danskt við einari rúgvu av føroyskum. Tað sigst, at lærarin tosaði hetta danska allastaðni, hagar hann fór, og soleiðis kann hugtakið hava spjatt seg. Kanska passar hetta. Kanska er hetta upprunin til hugtakið gøtudanskt, altso, at tað er bygdin Gøta, sum navnið sipar til; tó er eisini møguligt, at talan snøgt sagt er um navnorðið gøta, altso gadedansk.

Hetta er ikki standarddanskt, men eitt mál við sínum egnu reglum. Tað er úrslitið av teirri føroysku-donsku tvímælisstøðuni.