Gérard Franceschi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Gérard Franceschi (1915 - 2001),[1] franskur myndamaður var í Føroyum fýra mánaðir í 1969 og tók myndirnar til bókina Færøerne, de magiske øer, sum umframt á donskum eisini er á føroyskum og enskum. Franceschi kom til Danmarkar í 1961 at taka myndir fyri listamannin Asger Jorn (1914-1973) til eina 32 binds bókarøð um norðurlendska fólksliga list í kirkjum, søvnum og landsløgum í 10.000 ár.

Jorn hevði sæð svørt-hvítu myndir Franceschis á framsýning í París, har hesin lýsir framskornar myndir og høggmyndir, tiknar úr eini gamlari kirkju. Jorn var sannførdur um, at franski myndamaðurin við tátíðarinnar tøkni kundi dokumentera elligamla list, innan hon hvarv og varð gloymd. Franceschi gjørdist so hugtikin av ætlan Jorns, at hann segði upp á Louvre í París og flutti til Danmarkar, har hann 1962-1977 livdi saman við tekstil-listakvinnuni Inge Bjørn í Silkeborg. Bókarøðin um fólksligu listina í Norðanlondum er komin út í sjey bindum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]