Funkies

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Funkies var ein føroyskur rock tónleikabólkur úr Havn í 1980-árunum. Forsangarin í bólkinum var Óla Hans Andreasen, sum eisini skrivaði løgini og spældi guitar. Dreingirnir í Funkies vóru vinmenn og høvdu spælt saman frá tí at teir vóru um 10 ára aldur og gingu á Venjingarskúlanum. Hinir vóru m.a. Hans Andreas, Terji Rasmussen og Sámal Petersen. Suni Merkisstein tosaði við Óla Hans og við Terja í sendingini Minnist tú enn, sum varð víst í Kringvarpinum í 2013. Tá segði Óla Hans, at hann sum 10 ára gamal hevði hoyrt Dire Straits fyri fyrstu ferð, og hevði avgjørt at hatta vildi hann læra seg at spæla. Teir í Funkies byrjaðu at spæla til dans longu sum 13 ára gamlir, teir spældu fyrstu ferð til dans í Virkinum á Sandi í november 1979, síðan spældu teir næstan hvørt vikuskifti ymsastaðni. Páll Arge, sum tá átti og rak Plátubarrina, bjóðaði sær til at geva út eitt staklag við Funkies. Tveir sangir, sum Óla Hans hevði skrivað, vóru tiknir upp í upptøkuhølinum hjá Milson Andreasen, og á heysti 1981 kom stakplátan út. Teir góvu út seinnu stakplátuna í 1983, tá var nýggjur limur komin í bólkin, Magnus Johannesen, ljómborðsspælari.[1]

Terji Rasmussen er seinni kendur frá Frændum, Terji og Føstufressar og øðrum. Óla Hans Andreasen flutti sum ungur til Danmarkar at búgva og gavst við at vera virkin tónleikari. Hin 11. oktober 2016 andaðist hann bert 50 ára gamal. Hann var beiggi Lindu Andrews, sum vann donsku sangtalentkappingina X-Factor og faðir Hans Edward Andreasen, ið var forsangari í The Dreams.

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

Tónleikaútgávur[rætta | rætta wikitekst]

Stakplátur[rætta | rætta wikitekst]

  • Disco Ride, 1981
  • Give Me Some Lovin' / Love, 1983

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. kvf.fo, Minnist tú enn? (6:13)
  2. Rateyourmusic.com, Funkies