Frisland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skálholt kort frá 1570

Frisland, eisini kallað Frischlant, Friesland, Freezeland, Frislandia ella Fixland, er ein oyggj, sum var at síggja á flest øllum kortum av norðuratlashavinum frá uml 1560 til 1660. Tað varð hildið at liggja sunnanfyri Ísland, vestanfyri Føroyar.

Frá 1560 og fram til 1800 talið, vóru tað fleiri, ið leitaðu eftir Frislandi. Í hesum samanhangi vóru lond sum Ísland, Skotland, Suðurgrønland og Føroyar hildin at verða Frisland, hóast tey øll vóru at síggja á teimum somu kortunum.

Frisland hevði nágreiniligar lýsingar av bæði íbúgvunum, ið skuldu eitast fyri at búgva har, og av staðarnøvnum í landinum. Bæði útsjónd og hvat teir tókust við, var væl lýst.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. [1]