Franchise-keta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
McDonald's á Times Square í New York City.

Franchise-ketan er í serstøðu, er blandingur av sjálvbodnari ketu og veruligari ketu. Sáttmálabundin skipan er ímillum veitara, nevndur franchisor, og takarar, nevndir franchisees. Veitari eigur og letur sølurættindi til takarar, ið keypa hesi rættindi. Veitari, franchisor, ræður yvir vøruúrvali, innrætting og marknaðarføring. Takarar, franchisees, gjalda afturfyri, vanliga í prosentum av søluni, og fáa soleiðis rætt til at brúka merki og vøru veitarans.

Tílíkt samstarv gerst alsamt vanligari á okkara leiðum. HTH, Flügger, Vero Moda og Body Shop eru dømi um tílík samtøk. Amerikonsku virkjateggjurnar McDonald's og Burger King eru væl kendar um allan heim.

Tað skal viðmerkjast, at handilsgrundarlagið er skiftandi, eins og handilskipanir og handilsketur støðugt broytast í tali og vavi og laga seg eftir broyttum marknaðartreytum. Vørustreymurin umrøddur í stuttum kann greiða meira frá vøruskiftinum í vinnuni.