Fløgg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Framman fyri ST-høvuðsborgini í New York City veittra øll flaggini hjá limalondunum. Hvør tjóð hevur sítt flagg.

Flagg umboðar tjóð ella fólk. Eitt flagg er flaggdúkur, har ávíst mynstur og ávísir litir eru. Altíð hava fløgg í øllum møguligum litum havt serstakan týdning. Fleiri millumtjóða samgongur hava eisini egið flagg, til dømis Reyði Krossur ella ST.

Fløgg hava stóran týdning í ófriðartíðum. Heryvirmaðurin fyri hvørjari herdeild hevði altíð ein merkismann sær við lið, so hermenninir kundu síggja hvørja leið, teir skuldu halda. At taka flagg fíggindans merkti næstan altíð at vinna sigur. Teir vundu altíð egið flagg á stong uppi yvir fíggindans flaggi, tá ið teir høvdu tikið skip ella skansa hansara. At flagga við hvítum flaggi í kríggi merkir, at tú gevur teg undir, at flagga lágt merkir, at tú heiðrar tann, ið deyður er.

Føroyska flaggið[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Merkið

Okkara flagg, Merkið, er millum heimsins yngstu. Tað fekk gildi 25. apríl í 1940, tá ið enska stjórnin viðurkendi tað.

Til 1940 var Dannebrog almenna flagg føroyinga. Men tá ið týskarar høvdu hersett Danmark, og onglendingar Føroyar, var einki samband millum londini, og teir sameindu vildu ikki, at vit skuldu brúka danska flaggið, men tað føroyska, sum Jens Oliver Lisberg hevði teknað í 1919. I bæði 1920- og 1930-árunum var mangan hart stríð í Føroyum millum sjálvstýrissinnaðar føroyingar og danskar myndugleikar um Merkið.

Flaggað verður ymiskar hátíðardagar, til dømis ólavsøkudag, 1. jóladag, nýggjársdag, 1. páskadag, flaggdagin, arbeiðaradagin o.a. langafríggjadag og minningardag teirra sjólatnu verður flaggað lágt. Í álmanakkanum er yvirlit yvir almennar flaggdagar.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið