Fjuckby

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fjuckby er ein býur í Uppsala kommunu í Svøríki. Býurin liggur norðan fyri Uppsala. Áðrenn 1930 varð býurin nevndur Fjuckeby, men navnið varð broytt til Fjuckby. Ein rúnusteinur varð funnin í býnum. Ein maður reisti hann til minnis um tveir synir. Annar teirra doyði í Grikkalandi, sambært tulkingum av rúnuskriftini.

Rúnusteinur U 1016 í Fjuckby.
Hendan greinin um Svøríki er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana