Fjørukúvingur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Fjørukúvingur
Sea snail, underneath, full view.jpg
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Familja: Littorinidae
Ætt: Littorina
Slag: Littorina littorea

Fjørukúvingur (frøðiheiti: Littorina littorea) er vanligur fram við fjøruni.

[rætta] Útsjónd

Fjørukúvingurin kann vera 5-10 mm høgur, gulligur, reydligur ella morgráur. Kvennkúvingurin er størri og bøllutari enn kallkúvingurin. Hann rívur smátara av klettinum. Á tunguni eru smáar tenn. Tungan er hvøss og verður nevnd rívitunga.

[rætta] Liviøki

Fjørukúvingur situr á kletti og steinum í flóðarmálanum, har hann etur tað fína ábreiði av smátara, ið legst har. Eisini sæst hann á tara, har grunt er. Fjørukúvingur er lívseigur og tolir at sita uppi á turrum næstan ein mánað, og hann livir eisini leingi, hóast hann fær einki at eta. Hann er funnin 30-40 m uppi í bergi, har sjórok bara viðhvørt stendur á.

[rætta] Nøring

Fjørukúvingur gýtir livandi ungar. Inni í honum er ein byrða – eitt klekirúm. Kvennkúvingurin ber eggini í byrðuni. Veruliga ber kvennkúvingurin 3 støddir í byrðuni: ung egg, ungar við ørtunnari skel og stórar, búnar, reyðmorreyðar ungar, sum líkjast vaksna kúvinginum, tá ið teir verða gýttir.

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál