Filmseftirlitið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Filmseftirlitið varð formliga sett á stovn í 1976, og virkaði eftir eini lóg frá 1938 og eini kunngerð frá 1960. Eftirlitið hevði til uppgávu at meta um, um filmar, ið sýndir vórðu alment í Føroyum, vóru hóskandi. Hetta hevði við sær, at Filmseftirlitið kundi seta aldursmark á filmar, og í summum førum klippa óhóskandi brot burturúr filmum, um hetta ikki hevði týdning fyri søgugongdina.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Filmseftirlitið - ein vanlig nevnd undir landsstýrinum. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 4, 1979

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]