Feigdarsveimari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Feigdarsveimari

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Apodiformes
Ætt: Apodidae
Slekt: Apus
Slag: A. apus
Apus apus

Feigdarsveimari (frøðiheiti - Apus apus) er svartur um allan kroppin, uttan undir øsinum hevur hann ein hvítan blett, og hann er torførur at síggja. Gamlir fuglar eru eisini eitt sindur ennihvítir. Sum sagt er um sveimararnar, so flýgur hann á eyðkendan hátt við stinnum veingjum, og tað stendst av tí sermerkta veingjarskapinum. Velið er stutt og sýlt. Hann flýgur ofta ógvuliga skjótt, ella hann sveimar leingi. Floglátið er høg og langdrigin skríggj, og tað hoyrist mest á reiðurstaðnum. Av tí at sveimarar flúgva so fram úr væl, koma onnur sveimarasløg av og á, tó sjáldan, í Norðuratlantshav. Til dømis alpusveimari úr Suðurevropa er størri og ljósari. Hann er eisini nógv hvítari um búkin. Feigdarsveimarin er vanligur búfuglur víða um í Ásia, Evropa og Norðurafrika. Hann er flytifuglur, um veturin er hann í Suðurafrika. Hann eigur ikki í Norðuratlantshavi, men er vanliga at síggja her um summarið frá mai mánaði út í september (teir flestu í juni-juli). Feigdarsveimari kemur heilt norður til Íslands. Hann flýgur vanliga fram við fuglabjørgum, tí har tekur hann nógv flogkykt á flogi heitar summardagar. Fuglabjørgini líkjast nógv bústaði hansara í Evropa, býum við høgum húsum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið