Federico Colbertaldo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Federico Colbertaldo (føddur 17. oktober 1988) er italskur svimjari. Hann svimur frísvimjing. Í 2010 og 2008 vann hann gull í Europameista svimjistevnu á stuttgeil í 1500 m. frí. føroyski svimjarin Pál Joensen svam seg eisini í finaluna í hesi svimjikapping, hann gjørdist nummar 7.[1] Í 2010 vann hann silvur í 400 m. frí til Europameistarastevnu á stuttbana í Eindhoven, og í 2009 vann hann silvur í 1500 m. frí til Europameistarastevnu á stuttbana í Istanbul. Í 2007 vann hann tvey bronsu heiðursmerki, tað eina vann hann í 1500 m. frí til Europameistara svimjistevnu á stuttbana í Debrecen í Ungarn, hitt bronsu heiðursmerkið vann hann til Heimsmeistarastevnuna í Melbourne í 800 m. frí.

Keldur[rætta]

  1. Omegatiming.com

Útvortis ávísingar[rætta]