Faroe Boys

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Faroe Boys var ein føroyskur tónleikabólkur í 1960'unum. Teir spældu bæði altjóða popptónleik og rokktónleik umframt at teir eisini gjørdu egnan føroyskan tónleik. Teir framførdu sín tónleik ymsastaðni í Føroyum og eisini í Íslandi, har teir vóru væl móttiknir. Teir framførdu fast í Sjónleikarhúsinum í Havn í fleiri ár. Teir góvu plátur út í 1964, 65 og 67. Í 1965 hendi stór útskifting í manningini av Faroe Boys. Plátan "Faroe Boys" varð framleidd í apríl 1967, stutt áðrenn teir góvust við at spæla í Sjónleikarhúsinum.[1] Forsangarin í Faroe Boys var vágbingurin Robert Mc Birnie, sum stovnaði bólkin Red Boys í 1959. Faroe Boys varð stovnað í 1961, Robert var tó ikki við til at stovna Faroe Boys, hann kom við seinni í 1963.[2]

Limir í bólkinum[rætta | rætta wikitekst]

Hesir vóru limir í bólkinum Faroe Boys í 1967, tá LP plátan Fareo Boys kom út: Kári Mouritsen, Jógvan Dahl, Robert Mc Birnie, Bjarni Skaalum, Jógvan Sofus Vágsheyg.[3]

Limirnir frá byrjan til enda hava verið hesir:[4]

  • Kári Mouritsen, bass, 1965-67
  • Jógvan Dahl, guittar 1965-67
  • Robert Mc Birnie 1963-67
  • Bjarni Skaalum 1961-67
  • Jógvan Sofus Vágsheyg, trummur 1965-67
  • Dánjal Petur, forsangari frá 1961- 1963
  • Atli Hansen, guittar 1961-65,
  • Milson Zachariassen, bass 1961-65,
  • Tummas Nielsen, klaver og harmonika 1961-65,
  • Tummas Juul Askham, trummur 1961-63,
  • Tryvgi Restorff, trummur 1963-65,

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • Faroe Boys, 1964, LP, føroyskir tekstir

Løgini sum vóru á plátuni frá 1964 vóru hesi:

  • Heimkoman (Lag: Jákup Mortensen, Orð: Robert McBirnie)
  • Vónsvikin (Orð Andreas Djurhuus)
  • Faroe Boys, 1965, LP, enskir tekstir [5]
  • Faroe Boys, 1967 LP, kom seinni út sum CD, føroyskir og enskir tekstir

Løgini sum vóru á plátuni frá 1967 vóru hesi:

  • Sweet Little Sixteen
  • Barbara Allen
  • That's How
  • Tu Og Eg Á Ástartingi
  • Tell Laura I Love Her
  • Keep on Running
  • Vit Fáa Tevatn Og Breydð
  • Baby It's You
  • Lightning Express
  • Bring It on Home to Me
  • Hví

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tutl.nord.fo[deyð leinkja]
  2. "Sandportal.fo, Robert Mc'Birni 50 ár á palli.". http://www.sandportal.fo/tnleikur/innanlands/robert-mcbirni-50-ar-a-palli.aspx. Heintað 2011-02-02. 
  3. Tutl.nord.fo[deyð leinkja]
  4. Rateyourmusic.com, The Faroe Boys
  5. Bora.uib.no, pdf-fíla, s. 197,Ritgerð eftir Jógvan í Lon Jacobsen "Álvaratos, who cares?"[deyð leinkja]