Faraday Institute for Science and Religion

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Faraday Institute for Science and Religion er uppkallað eftir vísinda manninum Michael Faraday, ið livdi frá 1791 til 1867. Umframt at verða ein tann kendasti bretski vísindamaðurin fyri sítt arbeiði innan alis- og evnafrøði var hann eisini ein íðin kristin trúgvandi.

Faraday Institute ið hevur tilknýti til St. Edmunds College í Cambridge, er virkið á 4 høvuðsøkjum:

  • Gransking og útgáva av tilfari innan vísind og átrúnað.
  • At bjóða út skeið og einkultar lærugreinar innan vísind og átrúnað.
  • At skipa fyri almennum fyrilestrum og ráðstevnum innan vísind og átrúnað.
  • At bera rættar og nágreiniligar upplýsingar til altjóða miðlar í spurningum viðvíkjandi vísind og átrúnaði.

Heimasíðan hevur sera nógv tilfar liggjandi. Við at trýsta á Multimedia á teiginum til vinstru á síðuni, sæst eitt stórt úrvæl av fílum, ið antin kunnu takast niður ella lurtast/hyggjast eftir beinleiðis av síðuni. Til tað krevst QuickTime Player. Eisini er møguligt at tekna seg sum haldara við RSS feed, soleiðis at nýggjar dagføringar verða beindar beinleiðis til tín browsara. Eisini ber til at keypa bøkur, fløgur, og einkultar greinar.

Útvortis ávísan[rætta | rætta wikitekst]