Fable 2

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Fable 2

Fable 2 er eitt telduspæl sum kemur út til Xbox 360 í oktober 2008. Fable 2 er eftirfylgjarin til Fable sum kom út á Xbox í 2004. Sum í tí fyrsta spælinum, so vera spælarar ein hetja sum broytist alt eftir hvat spælarin ger. Mann kan vera ein góð hetja, ein óndur brotsmaður, ella okkurt mitt ímillum. Nøkur nýggj ting koma til hesa útgávuna, so sum ein hundur, møguleikin at spæla sum maður ella kvinna, og ymiskt annað.

Fable 2 verður at fáa sum Limited útgáva, har mann fær ymisk eyka ting. Í henni er ein serligur diskil við eyka materiali, ein Hobbe-figurur, eitt eyka svørð og dungeon í spælinum og fimm "Fate Cards".

Tann 13. august kemur Fable 2 Pub Games. Hetta er eitt kasino spæl á Xbox Live Arcade sum kostar umleið $10 (50 kr). Peningur sum verður vunnin í hesum spælinum kann brúkast í Fable 2.

Fable 2 kemur út til Xbox 360 tann 21. oktobur. Tað kemur at kosta $60 (300 kr) fyri tað vanliga spælið, og $80 (400 kr) fyri Limited útgávuna.


Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]