Føroyskur matur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Faroe stamp 520 gastronomy.jpg
Faroe stamp 521 gastronomy.jpg

Føroyskur matur er fyri tað mesta matur av djórum. Fiskurin hevði nógv at týða og ikki minst seiðurin. Veðurlagið í Føroyum hevur gjørt, at grønmeti, korn, v.m. ikki hevur vaksið so væl, og tí hevur hetta havt minni týdning. Eplini gjørdust ikki fastur táttur í dagliga kostinum fyrr enn í 19. øld, og røtur vóru tí leingi einasta grønmeti, sum tey kókaðu aftur við døgurða. Árstíðirnar settu eisini dám á matsiðirnar. Fiskur fekst meira ella minni alt árið, men mest um várið, tá fiskurin umframt livur eisini hevði rogn. Við várróðrinum kom tíðin, tá tey fingu fekst. Kýrnar kálvaðu vanliga um várið, og um summarið var mjólkin mest. Fuglaveiða og ræning hoyrdu eisini summarin til, og eftir ólavsøku kundi farast í veltuna eftir nýggjum eplum. Til hoyberagildið kundu bøndurnir taka okkurt lamb, men ikki fyrr enn eftir mikkjalsmessu kom tann rættiligi skurðurin fyri. Um veturin var mest sum bert hin saltaði og turri maturin at taka til. Legði ein grind beinini um veturin, kom tað ógvuliga væl við, og jólagrind var tiltikin.

Tá tann tíðin var, ótu tey feskt, og annars turkaðu og saltaðu tey væl niðurfyri til teir svangligu mánaðirnar av árinum. Frá gamlari tíð hava einastu mátarnir at goyma mat verið at salta ella turka. At roykja hevur ongantíð verið vanligt í Føroyum. Salt var leingi trotvøra, og tí var turkingin tann vanligasti mátin at goyma mat uppá. Bæði grind, fiskur, kjøt og fuglur vórðu turkað. Turkað varð úti og í hjalli. Tvøst, fiskur og fuglur vórðu vanliga hongd á seiðatrø, sum hingu undir sethúsum og hjøllum, men seyðakjøt varð turkað inn í hjallinum. Tá maturin var vorðin turrur, varð hann goymdur inn í hjallinum. Serliga væl varð farið um, tá ið kjøt varð hongt upp til at turka, og ikki minst, tá ið talan var um feitiseyð. Kjøtið fekk vanliga nakrar dagar inni í roykstovuni, áðrenn tað varð hongt út í hjallin. Tað skal sigast, at kjøt tá eins og í dag var eitt tað besta, sum sett varð á borðið. Tað hevði nógv at siga fyri smakkin á tí turkaða, hvussu veðrið lagaði seg um heystið. Turkingin kann býtast í trý stig - 1) visnað, 2) ræst og 3) turt. Her er talan um royk, útsjónd og smakk. Tað, sum rópt verður visnað, kemur eftir fáum døgum, væl skjótari fyri fisk enn fyri grind, vanliga verður orðið visnað ikki nýtt um kjøt. Visnað verður mest sagt um fisk, men tó eisini um tvøst, gás og havhest. Skiftið til ræst hendur spakuliga, men kemur kuldi knappiliga í luftina, kann tað hava við sær, at tað upphongda loypur mest sum tað ræsta stigið um og fær tí ikki tann rætta smakkin. Verður hin vegin ov heitt í veðrinum, tá hongt er upp, verður tað upphongda ov mikið ræst og gerst herskið. Kjøt er vanliga turt til jóla, men her veldst sjálvandi um, hvussu tjúkk stykkini eru, og tjógvini verða seinast turr. Skjótast tornar fiskur, fuglur og tvøst torna vanliga skjótari enn kjøt.

Seyðurin í Føroyum hevur verið flettur soleiðis, at sum mest fekst burtur úr bæði kjøti og avroðum. Krovini vórðu skivað og hongd upp at turka og ræsa. Ikki varð etið nógv av feskum kjøti, tí nóg mikið var til av avroðum, sum eisini skuldu etast. Teimum gomlu dámdi best at hava eitt ársspring niðurfyri av kjøti. Skerpikjøt var fyrr eins og nú nógv umhildið. Sagt verður, at tann, sum hevur kjøtvit, kann næstan av smakkinum gera av, hvaðani seyðurin er, og hvussu krovið hevur hingið, so nógv hevur hagin og kjøtterrin ella viðringin at siga. Ræst kjøt var besta bót til súpan, og vanliga kókaðu tey súpan av ryggjarstykkjunum, tjógv og bøgir vórðu turkað. Summir bøndur ræstu sær eitt heilt krov av eini avdeyðaær til at hava til bót. Blóðið varð fyri ein part doytt og turkað, men meginparturin varð gjørdur til blóðpylsu ella blóðmør. Tálg, mjøl og krydd varð latið í blóðið, og tað varð elt til deiggj og koyrt í indrini. At koyra rosinur og sukur í blóðpylsu er nýggjari fyribrigdi. Nógv varð etið av blóðpylsu, og ikki var óvanligt at eta blóðpylsu og tálgarlivur saman. Blóðpylsan varð hongd upp í hjallinum. Indrini kundu við hvørt vera loðin, men tey vóru kortini etandi. Nakað av blóðinum varð gjørt til blóðpannukøkur, deiggið var nakað sum til blóðpylsu, kanska eitt sindur tynri.