Føroyar á Oyggjaleikum 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroyar luttóku á Oyggjaleikum 2013 við 100 ítróttarfólkum, sum kappaðust í 11 ítróttargreinum: badminton, beach volley, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triatlon. Føroyska ferðaliðið fór til Bermuda við Atlantic Airways, sum millumlendi í Íslandi og í Kanada á veg yvir.[1] Føroyar endaði á 7. plássi við 10 gull, 12 silvur og 14 bronsu heiðursmerkjum. Vanliga vinnur Føroyar nógv heiðursmerki innan ítróttargreinar sum svimjing og bogaskjóting, men hesaferð vóru ongi umboð við frá Føroyum í hesum ítróttargreinum.

Heiðursmerki[rætta | rætta wikitekst]

1. dagin, 14. juli 2013[rætta | rætta wikitekst]

2. dagin, 15. juli 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 10.000 metra renning, kvinnur, Valborg Heinesen við tíðini 38:01.20[5] minuttir.
  • Silvur í hæddarlopi - Øssur Debes Eiriksfoss leyp 2,01 metrar, sum var nýtt føroyskt met.[6]
  • Bronsu í Trap (eitt slag av skjóting) - Esmar Andreasen og Ragnar við Streym, teir fingu 137 stig, Menorca vann við 157 stigum og Caymanoyggjarnar fingu silvur við 150 stigum. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar hava fingið heiðursmerki í trap.[7]
  • Bronsu í badminton, liðkapping - í bronsudystinum vann Føroyar 3-0 á Bermuda, Niclas Eysturoy vann í einmannsleiki hjá monnum (2-0). Rannvá Carlsson vann í einmannsleiki hjá kvinnum (2-0). Og í triðja og avgerandi dystinum vunnu Niclas Eysturoy og Flóvin Mikkelsen í tvímannsleiki hjá monnnum (2-0)[8]
  • Bronsu í 10.000 metra renning, menn - Marnar Djurhuus við tíðini 33:14.40 minuttir.

3. dagin, 16. juli 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í fimleiki, í ringunum - Valery Savins[9]
  • Gull í fimleiki, í lopi um hest - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, á gólvi - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, í ringunum - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, í barr - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í súkkling, einkultstarti, menn - Torkil Veyhe[10]
  • Bronsu í fimleiki, í ringunum - Bogi Berg
  • Bronsu í fimleiki, í lopi um hest - Bogi Berg
  • Bronsu í súkkling, einkultstarti, kvinnur - Súsanna Skylv Sørensen
  • Bronsu í klingruvarpi - Heri Ziska, hann kastaði 39,77 metrar.[11]

4. dagin, 17. juli 2013[rætta | rætta wikitekst]

5. dagin, 18. juli 2013[rætta | rætta wikitekst]

6. dagin, 19. juli 2013[rætta | rætta wikitekst]

Vannlukka eftir heimkomuna[rætta | rætta wikitekst]

Ferðaliðið úr Føroyum, sum var á Oyggjaleikunum á Bermuda, kom heim aftur til Føroya sunnumorgun 21. juli 2013. Á veg til Havnar hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka, tá ein hýruvognur fór út av vegnum á Sandavágshálsi, og allir tríggir menninir ið vóru við bilinum lótu lív. Teir tríggir vóru: Hýruvognsførarin Hans Mortensen, formaðurin í Badmintonsambandi Føroya og stjóri á Vinnuháskúlanum Vilhjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson, sum var virkin innan bandminton í Føroyum og var við sum leiðari á ferðini. Hann var eisini pápi badmintonleikararnar Rannvá Djurhuus Carlsson og Brynhild Carlsson.[16]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo, Oyggjaleikirnir settir á midnátt[deyð leinkja]
  2. "In.fo, Oyggjaleikir: Fyrsta liðgullið nakrantíð". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=230&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=a02e99a7895455b6fab29e8462588a4b. Heintað 2013-07-15. 
  3. "In.fo, Oyggjaleikir: Marius og Sámal skutu gullið heim". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=229&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=496062daa6947c6bc9006c317e52c081. Heintað 2013-07-15. 
  4. "Sportal.fo, Gudmund vunnið silvur í triatlon". http://sportal.fo/grein/fyrsta_heidursmerki_komi_til_holdar. Heintað 2013-07-15. 
  5. Kvf.fo, Gull til Valborg
  6. "In.fo, Øssur Eiriksfoss vann silvur í hæddarlopi". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=271&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=4086d742b3f90022ad06d973a74ef962. Heintað 2013-07-15. 
  7. "In.fo, Skjúttarnir bronsu í trap". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=280&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=2c8987b74ef096c7cbf7946167af988a. Heintað 2013-07-15. 
  8. kvf.fo, Bronsu í badminton
  9. "in.fo, Øssur og Valery vunnu gull". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=326&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=204a6b799fce6bee2de44bf7482a29ef. Heintað 2013-07-16. 
  10. "in.fo, Oyggjaleikir: Súkklarar vunnið tvey heiðursmerki". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=320&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=f85540c916e2cb348f8f7fbc2fdce018. Heintað 2013-07-16. 
  11. "in.fo, Heiðursmerki nr. 14 hjá Hera". http://in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=353&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=83aedcf2830ba14aaa9fcc57b90ea5f5. Heintað 2013-07-17. 
  12. "Sportal.fo, Nú eru 24 heiðursmerki komin". http://sportal.fo/grein/nu_eru_24_heidursmerki_komin. Heintað 2013-07-18. 
  13. Kvf.fo, Seks heiðursmerki afturat til fimleikin
  14. "Sportal.fo, Flogbóltur: Føroyskt gysara gull". http://sportal.fo/grein/flogboltur_foroyskt_gysara_gull. Heintað 2013-07-23. 
  15. Natwestislandgames2013results.com
  16. Aktuelt.fo, ÍSF um ferðsluvanlukkuna: Ein sorgarleikur[deyð leinkja]