Føroyar á HM 2011 stevnu í svimjing

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroyar luttók í HM í svimjing 2011 á langbana í Shanghai í Kina í juli 2011. Ein føroyingur svam nóg skjótt til tess at luttaka í HM stevnuni, tað var Pál Joensen, sum svimur fyri Susvim og Føroyar. Pál svam í tveimum kappingum, í 800 metrar frí og 1500 metrar frí. Hann kláraði seg einastandani væl, svam við næstskjótastu tíð í innleiðandi 800 metrar frí, gjørdist nummar fýra í finaluni í 1500 metrum frí[1] og nummar fimm í finaluni í 800 metrum frí.[2] Hann setti nýtt Norðulendskt met fleiri ferðir og sjálvsagt eisini føroyskt met.

Menn
Svimjari Kapping Innleiðandi Semifinalur Finala
Tíð Nummar Tíð Nummar Tíð Nummar
Pál Joensen Menn 800 m frísvimjing 7:45.55 2 Q 7:46.51 5
Menn 1500 m frísvimjing 14:56.66 6 Q 14:46.33 4

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Omegatiming.com, Men's 1500m Freestyle, 14th FINA WORLD CHAMPIONSHIPS, Shanghai (CHN)
  2. Omegatiming.com