Føroyar á Summar Paralympisku Leikunum í 1988

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Føroyar luttóku á Summar Paralympisku Leikunum 1988 í Seoul, Suðurkorea. Tað vóru fýra ítróttafólk, ið øll vóru svimjarar, ið luttóku á leikunum: Katrin D. Johansen (seinni nevnd Katrin Dagbjartsdóttir), Christina Næss, Johan Samuelsen og Tóra við Keldu.[1] Paralympisku Leikirnir í 1988 vóru teir leikirnir, har Føroyar kláraðu seg best til nú. Føroysku svimjararnir vunnu tað fyrsta og higartil einasta gull heiðursmerki til Føroyar, tað var Christina Næss, ið vann gull í C3 100 m rygg. Hon fekk eisini silvur í C3-4 400 metrar frí. Katrin Johansen fekk silvur í C8 100m frí og bronsu í C8 100m rygg. Tóra við Keldu fekk silvur í L6 100m frí og bronsu í bæði L6 400m frí og í L6 100m firvald.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Paralympics.org, Athlete Search Results (Luttakarar og heiðursmerkir hjá Føroyum á Paralymisku Leikunum)