Fólkatingsval í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

fólkatingsval er í Danmark, so er tað eisini fólkatingsval í Føroyum og Grønlandi. Føroyingar og grønlendingar velja hvør síni tvey umboð til danska Fólkatingið. Tað eru teir báðir flokkarnir, sum klára at fáa flestar atkvøður, sum vinna fólkatingslimirnir, síðan koma tær persónligu atkvøðurnar, tað valevni sum fær flest atkvøður í teimum báðum flokkunum, sum vinna valið, eru vald á Fólkating.

Á fólkatingsvalinum 15. september 2011 var Edmund Joensen valdur fyri Sambandsflokkin og Sjúrður Skaale varð valdur fyri Javnaðarflokkin. Sjúrður varð annars upprunaliga valdur inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi, men í 2011 tók hann seg úr Tjóðveldi og eftir at hava verið leysgangari í nakrar mánaðir, meldaði hann seg so inn í Javnaðarflokkin og stillaði upp til fólkatingsvalið. Edmund varð valdur við 1578 atkvøðum og Sjúrður varð valdur við 1539 atkvøðum.[1] Í 2007 vóru tað Tjóðveldi við 5848 atkvøðum og Sambandsflokkurin við 4513 atkvøðum, sum vunnu valið. Valevnini hjá hesum báðum flokkum sum fingu flestar atkvøður og harvið vunnu fólkatingssess vóru Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi við 2557 atkvøðum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum við 931 atkvøðum.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Kringvarp.fo
  2. Kringvarp.fo, Fólkatingsvalið 13. november 2007