Ezekiel

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Málað hevur Michelangelo.

Ezekiel (hebráiskt יְחֶזְקֵאל) verður nevndur í Bíbliuni, Toraini og Koranini sum ein stórur profetur. Hann var ungur prestur, sum ivaleyst visti um alt tað, ið viðvíkti templi og gudstænastu. Ezekiel var ein av teimum mongu herleiddu, sum í árinum 597 f.Kr. noyddist í útlegd. Í Bábel slapp hann at búseta seg nær Kebaránni. Har varð hann kallaður til profet. Ezekiel fekk ikki sum Jesaja og Jeremia høvi at tala til alt fólkið, heldur ikki til valdsharrar teirra. Virksemi hansara var avmarkað, so at hann starvaði ímillum ísraelsmenn í útlegdini, pínslarfelagar sínar. Hann var teimum talari og sálarhirði av Guds náði. Í fyrstuni var fólkið tvørlynt og líkasælt. Men so við og við rann upp fyri mongum, at profetur var teirra millum. Virðingin fyri honum tók at vaksa. Oyðing Jerúsalems í 586 f.Kr. skilur virksemi hansara í tvey skilti, ið bera ymiskan dám. Fyri ræðuligu vanlukkuna boðaði hann treystliga og inniliga fólkinum, at Jerúsalem fór at verða lagdur í oyði. Harðari enn nakar annar profetur undan honum, dømdi hann fólk sítt. Men tá ið Jerúsalem fall, blíðkaðist boðskapurin. Tá ið alt tókist vónleyst, kunngjørdi hann fólkinum endurreisn Ísraels.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]