Eyðbjørn Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eyðbjørn Joensen
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 1996
Vágur
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Bringu, frí, firvald
Felag Susvim

Eyðbjørn Joensen (føddur 19. apríl 1996 í Vágur) er føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim. Hann er beiggi Pál Joensen, sum man vera kendasti føroyski svimjarin.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Reykjavik International Games 2016[rætta | rætta wikitekst]

  • Silvur í 50 m firvald við tíðini 25.89[1]

Oyggjaleikir 2015[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn (th) í juli 2015, saman við venjara sínum Jón Bjarnason og svimjarunum Róland Toftum og Sáru R. Nysted úr Susvim.

FM 2015[rætta | rætta wikitekst]

Reykjavík International Games 2015[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn luttók í opnu bólkunum fyri menn. Kappingin var hildin vikuskifti 16. til 18. januar 2015.

  • Silvur í 50 m bringu við tíðini 31.84[4]
  • Bronsu í 50 m frí við tíðini 25.33
  • Bronsu í 100 firvald við tíðini 1:00.39

FM 2014[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn luttók á FM 2014, sum var í Havn 16. til 18. mai 2014. Hann vann fleiri heiðursmerki:

Danish Open 2014[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn luttók á Danish Open í mars 2014.

  • Nr. 33 av 43 í 400 m frí við tíðini 4:14.27[7]
  • Nr. 50 av 77 í 200 m frí við tíðini 1:59.27[8]

BankNordik stevna 22. - 23. mars 2014[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn var mest vinnandi svimjarin í hesi kapping, hann vann 7 gull og 3 silvur heiðursmerki.[9]

EM 2013 á stuttgeil í Herning[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn luttók á EM 2013 svimjikapping sum var í Herning í desember 2013. Hóast hann enn var juniorur, megnaði hann í november 2013 at svimja 400 m frí við tíðini 4.00,78, og harvið at kvalifisera seg til EM fyri vaksin. Kravtíðin til EM fyri vaksin var 4.02,18. Hann kom sostatt at svimja ímóti stórabeiggja sínum, Pál Joensen í 400 metrum frí.[10] Hann svam frísviming og blandað. Hann svam seg ikki víðari til nakra semifinalu ella finalu, men svam sína skjótastu tíð í 100 metrum blandað.

  • Nr. 62 í 400 frí við tíðini 4:01.76
  • hann svam 200 m frí við tíðini 1:53:49
  • hann svam 100 m frí við tíðini 53.35
  • hann svam 100 m blandað við tíðini 1:00.30 (persónligt met)

HS-stevnan 2. og 3. nov. 2013 í Havn[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn var næst mest vinnandi svimjarin á hesi stevnuni, næst eftir Biritu Debes, og mest vinnandi svimjarin hjá monnunum. Hann vann 4 gull og 3 bronsu heiðursmerki.[11]

EJM 2013 í Poznan[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn luttók í svimjikappingini EJM sum er evropameistarakapping fyri yngri svimjarar í juli 2013 í Poznan.

FM stevna 2013[rætta | rætta wikitekst]

  • Gull í 50 m firvald við tíðini 25.44. Nevnast kann, at hann fyri fyrstu ferð vann á beiggja sínum Pál Joensen, sum gjørdist nummar tvey.
  • Gull í 4 x 50 m frí við tíðini 1:01.50, sum var nýtt føroyskt seniormet, saman við Róland Toftum, Høgna Simonsen og Pál Joensen
  • Silvur í 200 m rygg við tíðini 2:10.62[17]
  • Silvur í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:00.36, saman við Pál Joensen, Sigmund Mørkøre og Róland Toftum
  • Silvur í 50 m rygg við tíðini 28.52[18]
  • Bronsu í 50 m frí við tíðini 24.29[19]
  • Bronsu í 100 m frí við tíðini 53.17[20]
  • Bronsu í 100 m firvald við tíðini 58.73[21]
  • Bronsu í 100 m rygg við tíðini 1:01.50

Danish Open 2013[rætta | rætta wikitekst]

Eyðbjørn luttók á Danish Open í mars 2013. Hann setti nýtt føroyskt juniormet í 50 m bringu á langgeil við tíðini 32.13 sekund.[22]

Bank Nordik Stevna í Vági í januar 2013, Eyðbjørn mest vinnandi svimjarin[rætta | rætta wikitekst]

Í januar 2013 var svimjistevna í Vági. Eyðbjørn gjørdist mest vinnandi svimjarin, hann vann 6 gull heiðursmerki og 3 silvur heiðursmerki.[23]

Bergen Swim Festival 2011[rætta | rætta wikitekst]

  • Silvur í 200 m firvald við tíðini 2:23.74, hann vann silvur í kappingini millum teir yngru juniorarnir.[24]

2010[rætta | rætta wikitekst]

Í 2010 vann hann nógvar kappingar. Hann vann sjey gull heiðursmerki til føroyameistaraskapið fyri ung. Á FM stevnuni 2010 varð Eyðbjørn eisini kosin "Ársins stjørnuskot 2010".[25] Í mai 2010 luttók Eyðbjørn til MU 2010 stevnuna í Klaksvík og vann fleiri kappingar.[26] Susvim vann ta kappingina við 52 gull, 23 silvur og 14 bronsu heiðursmerki.[27] Í juni 2010 svam Eyðbjørn til DÅM (Danske Årgangs Mesterskaber). Eyðbjørn svam skjótastu tíðina í sínum aldursbólki (fødd í 1996) í 400 m frí, hann svam við tíðini 4:15.43, skjótasti dani føddur 1996 svam við tíðini 4:17.06. Føroyingar sum svimja fyri føroyskt svimjifelag fáa ikki longur heitið Danmarksmeistari og seta ikki longur donsk met.[28]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. svimjing.com - Medaljuregn í Reykjavík
  2. [1]
  3. Svimjing.com - Fjórðu finalur á Jersey 2015
  4. svimjing.com - Ball aftur triðja dag á RIG 2015
  5. livetiming.dk, Kapping 2, 50m Firvald Menn, Finalur, Senior
  6. livetiming.dk, Kapping 42, 4X50m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior
  7. sudurras.fo, Pál 3:51.45 og silvur á Danish Open 2014
  8. livetiming.dk, Løb 20, 200m Frisvømning Herrer, Indledende
  9. Úrslit frá BankNordik stevnuni 22. - 23. mars 2014
  10. Sudurras.fo, Eyðbjørn Joensen klárur til EM í 400 m frí
  11. svimjing.com, Ægir vann mest á HS-stevnuni 2. og 3. nov. 2013
  12. Svimjing.com, Føroyar 3:47.78 og nr 14 í 4x100 frí á EJM 2013
  13. Svimjing.com, Eyðbjørn 25.12 í 50 frí á EJM 2013
  14. "ejc2013poznan.eu, Boys, 400m Freestyle". http://ejc2013poznan.eu/_swimm/live/ResultList_4.pdf. Heintað 2013-11-03. 
  15. "Ejc2013poznan.eu, ARENA European Junior Swimming Championships, Poznan, 10- - 14-7-2013, Boys, 200m Freestyle". http://ejc2013poznan.eu/_swimm/live/ResultList_31.pdf. Heintað 2013-11-03. 
  16. "ejc2013poznan.eu, Boys, 100m Freestyle". http://ejc2013poznan.eu/_swimm/live/ResultList_13.pdf. Heintað 2013-11-03. 
  17. Livetiming.dk
  18. Livetiming.dk Kapping 20, 50m Ryggsvimjing Menn, Finalur, Senior
  19. http://livetiming.dk/results.php?cid=1414&session=4&round=F&event=26 Livetiming.dk
  20. Livetiming.dk Kapping 12, 100m Frísvimjing Menn, Finalur, Senior
  21. Livetiming.dk Kapping 16, 100m Firvald Menn, Finalur, Senior
  22. svimjing.com, Eyðbjørn 32.13 og nýtt juniormet í 50 bringu
  23. Sudurras.fo Eyðbjørn Joensen mest vinnandi í Bank Nordik stevnuni í vikuskiftinum
  24. Svimjing.com, Eyðbjørn vann silvur í 200 firvald í Bergen
  25. Susvim.mono.net
  26. Livetiming.se
  27. Susvim.mono.net, Hæddarpunkt, Meistaraskap fyri ung.
  28. Svimjing.com, Eyðbjørn Joensen skjótastur í 400 frí á DÅM

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]