Ex Libris Group

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Umframt høvuðsskrivstovuna í Jerúsalem hevur Ex Libris deildir í t.d. Danmark, USA, Avstralia, Suðurkorea, v.f.

Ex Libris Group er ein altjóða fyritøka, sum mennir og letur bókasavnsskipanir. Landsbókasavnið hevur sáttmála við Ex Libris Group um bókasavnsskipanina Aleph, sum bókasøvn kring landið brúka. Býarbókasavnið hevur tó egna bókasavnsskipan. Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, hevur umsitingina av bókasavnsskipanini um hendi.