Eunice Kennedy Shriver
Eunice Kennedy Shriver (10. juli 1921 í Brookline, Massachusetts – 11. august 2009 í Hyannis, Massachusetts) var systir John F. Kennedy, forseta, og virkaði nógv fyri at bøta um korini hjá fólki við likamsbreki. Sipað verður til, at Eunice í 1968 fekk í lag serstakar olympiskar leikir fyri likamsbrekað. Eunice Shriver var í miðjum systkinaflokki av teimum tilsamans níggju børnunum hjá Rose og Joseph P. Kennedy. Ein ætt, sum í 20. øld hevði stórt politiskt vald í USA. Umframt John F. Kennedy, sum varð valdur til amerikanskan forseta í 1960, og sum varð skotin í 1963, var Eunice systir til senatorarnar Robert Kennedy og Edward Kennedy. Robert Kennedy royndi í 1968 at gerast forseti, men varð myrdur.
Edward Kennedy, sum fyri einum ári síðan fekk krabbasvull á heilan, verður roknaður sum ein av leyvunum í Demokratiska Flokkinum. Hann hevur sum politikari virkað nógv fyri at bøta um heilsuumstøðurnar hjá fólki. Við at stovna serstakar olympiskar leikir fyri brekað, var Eunice Shriver somuleiðis virkin á heilsuøkinum. Og hon royndi eisini at bøta um umstøðurnar hjá menningartarnaðum – eitt arbeiði, hon helt á við til hon var farin langt um tey fýrs árini. Eunice Shriver var vermóðir til guvernørin í Kalifornia, Arnold Schwarznegger (R).
Tað vóru næstingarnir hjá Eunice Shriver Kennedy, sum 11. august 09 góvu boðini um, at hon var deyð, 88 ára gomul. Hon doyði í Hyannis í Massachusetts, sum er tætt knýttur at Kennedy-ættini. Heimurin minnist hana mest fyri ídna virksemið at bøta um korini hjá likamsbrekaðum fólkum. Sum lið í hesum fekk hon í 1968 í lag at stovna serstakar olympiskar leikir fyri brekað. Virki hennara broytti korini hjá hundraðtals miljónum fólkum í øllum heiminum. Eftir hana situr maðurin Sargent Shriver. Eunice Kennedy Shriver var 88 ára gomul nú hon doyði.