Emmelie de Forest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Emmelie de Forest á Eurovision 2013 í Malmö

Emmelie Charlotte-Victoria de Forest betri kend sum Emmelie de Forest (fødd 28. februar 1993 í Randers, uppvaksin í Mariager) er ein donsk songkvinna og tónasmiður. Hon umboðaði Danmark við sanginum Only Teardrops á Eurovision Song Contest 2013 Malmö í Svøríki og vann kappingina.

Sangurin var skrivaður av Lise Cabble og Juliu Fabrin Jakobsen, og var framleiddur av Thomas Stengaard. Emmelie og sangurin Only Teardrops fingu 281 stig, sum er tað hægsta stigatal, ið nakar danskur sangur nakrantíð hevur fingið í Eurovision Song Contest.

Í mars 2013 skrivaði Emmelie undir ein plátusáttmála við Universal Music, og um várið 2013 gav hon út sína fyrstu fløgu.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Fløgur - Album[rætta | rætta wikitekst]

Heitið Smálutir Hægsta hittlistaplasering
DAN
[1]
Only Teardrops 13

Stakløg[rætta | rætta wikitekst]

Ár Heitið Hægsta hittlistaplasering Album
DEN
[1]
BEL
[2]
NL
[3]
UK
[4]
2013 "Only Teardrops" 2 35 36 99 Only Teardrops

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 Hung, Steffen. "Discography Emmelie de Forest". Danish Charts Portal. Hung Medien (Steffen Hung). http://www.danishcharts.com/showinterpret.asp?interpret=Emmelie+de+Forest. Heintað 20. maj 2013. 
  2. Hung, Steffen. "Discografie Emmelie de Forest" (in nederlandsk). Belgian Charts Portal. Hung Medien (Steffen Hung). http://www.ultratop.be/nl/showinterpret.asp?interpret=Emmelie+de+Forest. Heintað 20. maj 2013. 
  3. Hung, Steffen. "Discografie Emmelie de Forest" (in nederlandsk). Dutch Charts Portal. Hung Medien (Steffen Hung). http://dutchcharts.nl/showinterpret.asp?interpret=Emmelie+de+Forest. Heintað 20. maj 2013. 
  4. "Artists: Emmelie de Forest" (in engelsk). Official Charts Company. http://www.theofficialcharts.com/artist/_/emmeliedeforest/. Heintað 20. maj 2013. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið